Tosa trygt

Tú hoyrir fartelefonina murra, finnur smartphonina fram, tendrar skermin, sært at tú hevur fingið eini sms boð, letur boðini upp og lesur boðini. Hetta kann saktans taka tær 6 sekund at gera, og um hetta hendir meðan tú koyrir 80 km/t, hevur tú longu nú koyrt 132 metrar, uttan at geva tær far um ferðsluna.


Tí er umráðandi at hugsa teg um, tá tú hevur við fartelefonir at gera í ferðsluni. Donsk tøl siga, at 30% av øllum ferðsluóhappum henda vegna gáloysni.

 

- Lat vera við at taka telefonina – ella set hana til at vera ljóðleysa, meðan tú koyrir
 

- Um tú tekur telefonina, nýt hana so bert til stuttar samrøður og minst til oyrasnigilin
 

- Um tú tekur eina samrøðu, ið flytir títt uppmerksemi frá ferðsluni, skalt tú blinka inn til síðuna.
 

- Um tú vilt lesa eini smsboð ella ein teldupost, blinka inn til síðuna, áðrenn tú letur boðini upp og svarar.
 

- Tala at, um tú ert í einum bili, har førarin tosar nógv í telefon, ella lesur og svarar boðum, meðan koyrt verður.
 

- Spyr, tá tú ert tann sum ringir, um tann tú ringir til, koyrir bil – skjót upp, at hann ella hon blinkar inn til síðuna, ella at tú ringir aftur seinni.

 
 

Kelda: TDC