
Vit hava hollar royndir at seta upp telefonloysnir til vinnulívið, har vit lurta eftir kundans tørvi og tillaga loysnirnar til kundan. Tá vit eru heildarveitarar av fjarskiftistænastum, er nærum einki mark fyri, hvussu okkara hald og tænastur kunnu setast saman til loysnir til tín fyrimun.
Hvør vinnukundi hevur sín egna ráðgeva, sum kann kunna og ráðgeva, tær og tínum virki, um tær loysnir vit bjóða. Okkara mál eru, at tær loysnir vit bjóða, verða samantvinnaðar inn í tykkara arbeiði, soleiðis at tú kann savna teg um títt kjarnuvirksemi, ímeðan syrgja vit fyri, at alt virkar.
Okkara royndir eru, at bestu loysnirnar verða funnar, við góðum samstarvi millum kundan og okkum. Vit leggja dent á at hava eitt breitt úrvæl av haldum og tænastum, soleiðis at vit kunnu vera fleksibul, har kundin hevur tørv á tí.
Vilt tú hava nærri kunning um NETtalu, so set teg í samband við tín kundaráðgeva - Trýst her, ella fyll út oyðiblaðið í høgru síðu