Sjóvinna

Vit kunnu nú bjóða breiðband til skip við upp til 2048 Kb niðurtøkuferð. Hetta gevur fólki heima og manning møguleika at ringja til og frá skipum fyri vanligan fastnetprís umvegis breiðbandstelefoni. Til ber at avrokna fyri hvønn einstakan brúkara. Møguligt er hjá tænastuveitarum umvegis breiðband at eftirkanna maskinur og tól umborð.

 

Iridium tænastur

 

Føroya Tele umboðar Iridium í Føroyum. Iridium er sett saman av telefoni, fax og dáta. Ferðin á data er 2,4 Kb. Til ber at útvega bæði fast monteraðar telefonir og leysar telefonir til Iridium.


Inmarsat tænastur

 

Føroya Tele umboðar Inmarsat í Føroyum. Inmarsat er partur av GMDSS-trygdarskipanini. Tænastan umfatar telefoni, fax dáta og telex á ymsum bandvíddum. Higartil er staðfestur dekningur millum 80 gradir norður og 80 gradir suður. Við nýggju fylgisveinunum, sum komnir eru, kann dekningurin norðan fyri Ísland og norðan fyri Føroyar verða verri enn hann hevur verið við gomlu fylgisveinunum.


 

Vilt tú hava nærri kunning um tær sjóvinnutænastur Føroya Tele hevur at bjóða, so set teg í samband við tín kundaráðgeva - Trýst her, ella fyll út oyðiblaðið í høgru síðu.