Total View

 

Total View - betri tænasta

 

Total View er ein skipan, ið verður nýtt saman við Siemens vekslarum, og hon hevur nógvar fyrimunir, ið virkið kann fáa stóra gleði av.
 

Við Total View verður eitt kall avgreitt í einum, soleiðis at til ber hjá tí, sum tekur telefonina, at síggja, hvør á virkinum kann taka ímóti kallinum. Til ber at síggja um viðkomandi er inni, upptikin, ella um tosað verður í telefon. So nú er einki við at senda fólk runt í skipanini, til ein er, ið ikki svarar.
  
Hetta hevur við sær betri kundatænastu og nøgdsemi, betri arbeiðsumhvørvi hjá starvsfólkum, umframt at telefonsamskiftið sum heild verður meira effektivt.
 
Innanhýsis í virkinum er skipanin eisini eitt hent amboð, tí starvsfólkastøða sæst á øllum starvsfólkum. Arbeiðsfelagar eru bert eitt klikk burtur, innanhýsis umstillingar eru nærum óneyðugar, umframt at til ber at hava ein persónligan kall-log, har til ber at síggja mist kall umframt inn- og útgangandi kall.
 
 

Vilt tú hava nærri kunning um Total View, so set teg í samband við tín kundaráðgeva - Trýst her, ella fyll út oyðiblaðið í høgru síðu.