
Hýsing er tænasta hjá Føroya Tele, har vit bjóða okkum at hýsa øllum tínum virðismiklu dátum, kt-tænastum og forritum undir skipaðum og tryggum viðurskiftum.
So hvørt tín fyritøka mennist, broytist tín kt-tørvur. Við Hýsing frá Føroya Tele, hevur tú eina loysn, sum til einhvøjra tíð kann tillagast upp og niður til tín tørv, soleiðis at tín fyritøka sleppur undan óneyðugum íløgum í servaraútgerð og annað.
Dátugoymslurnar hjá Føroya Tele liggja í nýmótans hýsingumhvørvi, har trygdin er í hásæti. Sum dømi hava vit dupulta elveiting við ljósmotori og battaríum, brandávaring og brandsløkkjarum, lásaskipan og yvirvaking.
Hartil verða allar mannagongdir hvørt ár gjøgnumgingar av einum ríkisgóðkendum kt-grannskoðara frá KPMG, sum er tín trygd fyri, at allar neyðugar mannagongdir verða fylgdar.
Allar tínar dátur verða speglaðar, og goymdar á serskildum diskum. Hetta er tín trygd fyri, at tínar skipanir altíð koyra. Verður ólag á aðrari dátugoymsluni tekur hin sjálvvirkandi yvir, soleiðis at tú og tíni starvsfólk kunnu arbeiða ótarnað víðari.
Avritan er hjá mongum virkjum ein stór avbjóðing. Tað gera vit eisini fyri teg. Vit taka avrit av øllum tínum dátum, sum síðani verða goymdar í eini aðrari dátugoymslu. Avritanin merkir fyri teg, at um dátur eru blivnar vekk, kunnu vit endurskapa tær fyri teg.
Vit hava serkøn kt-fólk, sum burturav taka sær av hýsing. Tí kunnu vit veita eina holla ráðgeving til tína fyritøku, soleiðis at tín hýsingloysn er tilpassað tín tørv og tína fyritøku.
Okkara KT-serfrøðingar hjálpa tær, tá tú ynskir broytingar og tillagingar ella tá tú hevur fyrispurningar og truppulleikar. Tú fært í roynd og veru tína egnu kt-deild, og tørvar tær hjálp, so er bert eitt nummar at ringja til.
Hýsing frá Føroya Tele hevur nógvar fyrimunir. Eitt nú er loysnin sera smidlig, soleiðis at hon til einhvørja tíð kann tillagast tínum tørvi, og harumframt hevur tú atgongd til tínar dátur - altíð og allastaðni.
Ein annar fyrimunur er, at hýsing hevur ein byrjunarkostnað og síðani eitt fast mánaðargjald. Hetta merkir at tú ikki fær óvæntaðar útreiðslur við uppstiganum ella nýggjum servarum, tí tað taka vit okkum av. Fasta mánaðargjaldið merkir stutt sagt, at tú altíð kennir tínar kt-útreiðslur.
Vilt tú hava nærri kunning um Hýsing, so set teg í samband við tín kundaráðgeva - Trýst her, ella fyll út oyðiblaðið í høgru síðu.
Dubultari elveiting
Køling
Brandávaring og sløkkiútgerð
Lásaskipan
Videoeftirliti
ISO/IEC 17799 góðkenning
ISO/IEC 27001 góðkenning
Uppstigan
Avritan
Viðlíkahaldi
Yvirvaking