
Fjarpostur er ein teldupostskipan, sum við innbygdari Outlook funktión gevur tínari fyritøku allar teir telduposthentleikar, henni tørvar.
Fjarpostur gevur nógvar fyrimunir. Tíni starvsfólk fáa teldupostadressur, ið innihalda teirra egnu nøvn og navnið á tínari fyritøku við føroyskum navnaøki (starvsfólk@tínfyritøka.fo). Hvør adressa hevur 2, 4, 7 ella 12 GB av plássi.
Við Fjarposti fylgir innbygd Outlook skipan, ið snilt samskipar teldupost, kalendara, notur og kontaktpersónar á einum og sama stað, eins og tú kanst integrera skipanina við fartelefonir hjá fyritøkuni. Tú hevur altíð atgongd til Fjarpost, sama hvar tú ert. Tú loggar bara á skipanina gjøgnum internetið og fært atgongd til allar tínar upplýsingar, júst sum vart tú á arbeiðsplássinum. Skipanin er eisini støðugt dagførd ímóti spam og virusi, og alt tykkara tilfar verður goymt á einum tryggum servara hjá Føroya Tele heima í Føroyum.
Fjarpostur hóskar væl til smærri fyritøkur, ið vilja hava eina henta og trygga teldupostloysn, men sum ikki hava møguleikar ella førleikar at umsita sína egnu skipan. Fjarpostur hóskar eisini væl til fyritøkur við mobilum starvsfólkum, ið hava tørv á lættari og praktiskari atgongd til teldupost, kalendara, notur og kontaktpersónar, antin tey eru á arbeiðsplássinum, við hús ella úti í heimi.
Vilt tú hava nærri kunning um Fjarpost, so set teg í samband við tín kundaráðgeva - Trýst her, ella fyll út oyðiblaðið í høgru síðu.
Stødd av teldupostkassum:
2GB
4GB
7GB
12GB
Tá tú søkir um egið økisnavn, skal tú fyrst ringja til okkum og fáa eina zonu upprættaða. Síðani skal tú á heimasíðuna hjá www.nic.fo, har tú fyrst skal skráseta teg sum brúkara og síðani søkja um økisnavn.
Navnaambætarirnir hjá Føroya Tele eru:
NS1.OLIVANT.FO
NS2.OLIVANT.FO